Stutt og greitt um royndarkanningar av skjalasavnsútgávum

Dátur og skjøl í almennum fyrisitingarligum kt-skipanum, ið skulu varðveitast fyri eftirtíðina, skulu avhendast til Tjóðskjalasavnið í eini skjalasavnsútgávu. Skjalasavnsútgávur skulu gerast eftir reglunum í kunngerð um kt-avhending av skjalasavnsútgávum til Tjóðskjalasavnið.

Í sambandi við móttøku nároynir Tjóðskjalasavnið allar skjalasavnsútgávur nágreiniliga fyri at tryggja, at dátur, bygnaður og skjalfesting er í samsvari við kunngerðina og ta ávísu avhendingarásetingina, ið er lýst um innihaldið av eini ávísari skipan.

Les meira um royndarkanningar av skjalasavnsútgávum her.

Skjalavegleiðing
- Vegleiðing í handfaring av skjølum í samband við framleiðslu av skjalasavnsútgávum.
- Ískoyti til vegleiðingina til kunngerð um skjalasavnsútgávur.
- Ætlað myndugleikum ella kt-veitarum, ið skulu framleiða eina skjalasavnsútgávu.

Skjalavegleiðingin kann takast niður í pdf her (á donskum).

Feilir í skjalasavnsútgávum 
Yvirlit yvir teir mest vanligu feilirnar í sambandi við kanning/test av skjalasavnsútgávum. Ætlað myndugleikum ella kt-veitarum, ið skulu framleiða eina skjalasavnsútgávu.  

Tak yvirlitið yvir mest vanligu feilirnar niður í pdf her (er á donskum).

Stutt og greitt um views og SQL-fyrispurningar
Henda vegleiðingin lýsir, hví og hvussu views og SQL-fyrispurningar verða valdir og tiknir við í eini skjalasavnsútgávu. Tá myndugleikin skal avhenda eitt avrit av dátum frá eini kt-skipan (eina skjalasavnsútgávu) til Tjóðskjalasavnið, kann Tjóðskjalasavnið gera av, hvørji views og SQL-fyrispurningar skulu verða partar av avhendingini.

Tak vegleiðingina um views og SQL-fyrispurningar niður her (á donskum).