Skip to main content

Tíðindi

Fakbólkur fylgir gongdini í kt-varðveiting í Føroyum

|   Tíðindi

Tjóðskjalasavnið (TSS) hevur nú hildið fyrsta fundin í fylgibólkinum ‘kt-varðveiting’.

Fakbólkur fylgir gongdini í kt-varðveiting í Føroyum

Tjóðskjalasavnið (TSS) hevur nú hildið fyrsta fundin í fylgibólkinum ‘kt-varðveiting’. Í bólkinum eru 16 limir við førleikum og royndum innan kt, skráseting, fyrisiting, løgfrøði og gransking. Bólkurin skal fylgja tilgongdini og verða við at eftirmeta ta strategi, sum Føroyar hava valt á økinum.

Fyrst vórðu limirnir bjóðaðir vælkomnir og heilsaðu uppá starvsfólkini á kt-varðveitingareindini, Poul Andrias Simonsen, Róa Eliasen og Sólbjørg Pedersen.

Hesa ferð varð fyrst og fremst hugt at tøkniligu avbjóðingunum við talgildari varðveiting. Tríggjar stuttar framløgur vórðu hildnar:

  • ‘Styrkir og veikleikar við migratiónsstrategiini’, Poul Andrias Simonsen (TSS)
  • ‘Status viðv. avhendingum frá myndugleikum’, Rói Eliasen (TSS)
  • ‘At framleiða eina skjalasavnsútgávu’, Hans Poulsen (Prisma)’

Eftir sera áhugavert kjak vitjaðu limirnir á goymsluni, har tey sóu ‘Seyðabrævið’ (1298), Løgtingsins yvirlýsing av føroyska Ríkinum (1946), eldri kirkjubøkur, jarðarmøðraprotokollir frá 20. øld osfr..

Næsti fundur verður í 2020, har ljós verður sett á aðrar avbjóðingar í sambandi við kt-varðveiting, og har arbeiðið hjá Tjóðskjalasavninum aftur verður sett undir sjóneyku hjá fakfólkum.

Back

V. U. Hammershaimbsgøta 18, FO-100 Tórshavn