Kirkjubøkur

Ein kirkjubók ella ministerialbók inniheldur upplýsingar um tær kirkjuligu hendingar í einum prestagjaldi – upplýsingar um føðing/dóp, konfirmatión, vígslu og deyða/jarðarferð.

Til 1913 vóru Føroyar býttar upp í 7 prestagjøld:

1) Norðoya Prestagjald
2) Eysturoyar Prestagjald
3) Norðstreymoyar Prestagjald
4) Suðurstreymoyar Prestagjald
5) Vága Prestagjald
6) Sandoyar Prestagjald
7) Suðuroyar Prestagjald

Atgeingisfreistir

Atgeingisfreistin fyri kirkjubøkur er 80 ár, tí tær innihalda persónsupplýsingar.

Aldurin á kirkjubókunum, sum liggja á netinum

Avtalan við føroysku fólkakirkjuna er, at 100 ár skulu ganga frá tí, at kirkjubøkurnar eru útskrivaðar, til tær kunnu leggjast á netið.

Í nøkrum førum hava vit duplikatministerialbøkur, sum eru nýggjari enn tær, ið liggja her á heimasíðuni.

Tær kanst tú síggja á lesistovu okkara. Sí meir her.