Skip to main content

Tjóðskjalasavnið á ICA-ráðstevnu í Australia

|   Tíðindi

ICA, sum er altjóða felagsskapurin fyri skjalasøvn, skipar í hesum døgum fyri ráðstevnu í Adelaide í Australia, við umleið 700 luttakarum.

ICA, sum er altjóða felagsskapurin fyri skjalasøvn, skipar í hesum døgum fyri ráðstevnu í Adelaide í Australia, við umleið 700 luttakarum. Evnið í ár er ‘Designing the Archive’, og snýr seg í stóran mun um, hvussu skjalasøvn framyvir, á skynsaman hátt, kunnu tillaga sítt snið í mun til broytingar í samfelagnum.

Sámal Tróndur F. Johansen, tjóðskjalavørður, luttekur á ráðstevnuni í ár, bæði sum umboð fyri Føroyar á aðalfundinum hjá ICA, og við fyrilestri, um arbeiði við at staðfesta føroyskan mentanararv, sum finst aðra staðni enn í Føroyum. Sámal Tróndur hevur í hesum døgum m.a. havt fund við ICA-forsetan David Fricker, sum eisini er tjóðskjalavørður í Australia.