Skip to main content

Tjóðskjalasavnið vitjan úr Schweiz

|   Tíðindi

Herfyri hevði Tjóðskjalasavnið vitjan av 32 lesandi úr ’Nordistik’-lestrarstovnunum í Basel og Zürich. 

Serliga áhugaði vóru tey í eldri skjølum, t.d. í ’Seyðabrævinum’ frá 1298 og í ’Frágreiðing frá eini ferð í Føroyum 1781 og 1782’, skriva av Jens Christian Svabo. Eisini sóu tey nýggjari skjøl, t.d ’Gerðabøkur løgtingsins’ í fyrru helvt av 20. øld. Har vísti vit teimum m.a., hvussu skriftmálið í politisku fyrisiting landsins skifti frá donskum til føroyskt, síðst í 1920-árunum. Og vit vístu teimum gerðabók løgtingsins fyri 1946, har yvirlýsingin av føroyska fullveldinum, sum løgtingið samtykti aftaná fólkaatkvøðuna, stendur.

Umframt hetta lærdu tey vitjandi eisini, at endamálið við einum tjóðskjalasavni ikki einans er at veita upplýsing og uppliving. Endamálið er í eins stóran mun er varðveita skjøl, sum skjalfesta tær fyrisitingarligu viðgerðir og avgerðir, sum verja rættindini hjá einstaka føroyinginum, og harvið gerst Tjóðskjalasavnið ein av grundarsteinunum í einum nútímans rættarsamfelagnum.